1T

Ein tími um árið...


Framsíða Um Ein tími um árið Hvussu kanst tú stuðla? Myndir Hesum hava vit stuðla!

ÁBYRGDARPERSÓNUR
Ása Andreasen
 
REVISOR
Sunniva Bjarnastein, Inpact
 
KONTO
Kontonr. í EIK:
9181-155.854.6
Kontonavn: Ein tími um árið
 
TELDUPOSTUR
asaand@email.fo
 
TELEFON
Telefon: 227464
- eftir kl. 17.00

VIÐTØKUR
Klikka her!

 

DONERA VIÐ
VISA-DANKORT

Klikka her!

 

LES UM 2010 HER!

Um Ein tími um árið

Verkætlanin Ein tími um árið byrjaði í Føroyum í juni 2009. Vit vóna at vit kunnu gerast stór og vit eru sannførd um, at her er eitt stórt potentiale - at vit kunnu veruliga kunnu gera mun. Hugsanin er, at Éin tími um árið, letur innsavnaða peningin til eina viðurkenda hjálparorganisatión. Tvs. vit eru undirleverandørar til aðrar hjálparorganisatiónir.


Ein tími um árið er ikki tíðarkrevjandi
Tað tekur faktiskt nærum onga tíð. Tankin er, at tú skalt bara fara til arbeiðis, gera tað tú ert best til, gera títt arbeiði. Tann eina tíman um árið, er so hugsanin, at lønin skal fara til ein hjálparfelagsskap. Tað er hetta verkætlanin "Ein tími um árið" gongur út uppá. Fyri at fáa nógv fokus á verkætlanina, fyri at fáa so nógv fólk við í verkætlanina og harvið fyri at fáa so nógvar pengar inn sum gjørligt, er tankin, at vit øll skulu arbeiða tann sama tíman fyri verkætlanina.
 
Hesin tímin er ásettur at verða 1. februar - tvs. at vit ynskja at fólk sum vilja stuðla, senda okkum eina tímaløn í februar mánaði. 

Hugskotið til verkætlanina kom í 2004...
...tá tsunami'in rakti stóran part av Stillahavinum. Hendan stóra og óhugnaliga vanlukkan varð varpa út gjøgnum sjónvarpið og øll verðin var í sjokk. Nógv stuðulsarbeiði varð stáplað uppá beinini og nógvur peningur varð innsavnaður. Av tí at vit fingu hesar myndirnar inn gjøgnum sjónvarpsgluggan dagliga, kundu vit ikki lata verða við at hjálpa.

Eitt stuðulsprojekt, ið sá dagsins ljós tá, var "Ein tími fyri lív". Hugskotið gekk út uppá, at vit øll arbeiða ein tíma og síðani fáa arbeiðsgevaran at senda lønina fyri hendan tíman til ein hjálparfelagsskap. Á hendan hátt kunnu vit skaffa nógvan pening saman til neyðstødd úti í heiminum.

Tað eydnaðist tá at fáa arbeiðsgevarar og starvsfólk við uppá hugskotið og fitt av peningi kom inn. Peningurin tá fór til Reyða Kross. Eg má viðganga, at eg minnist ikki júst hvussu nógvur pengingur varð savnaður saman.
 
Tað var tá eitt eingangsprojekt og tað var ikki gjørt meiri. Myndirnar av tsunamivanlukkuni gjørdust færri og færri í sjónvarpinum og vóru avloystar av nýggjum og meiri aktuellum (!?) málum. Vit (eg) meir ella minni gloymdu allar tær vanlukkuligu lagnurnar.

Støðan hjá stórum pørtum av fólkunum á jørðini er vánalig
Sera vánalig. Vit orka bara ikki at hugsa um tað. Um man mynda-googlar td. "poverty+child", so kemur man fram á sera óhugnaligar myndir. Ein eg kom fram á, var av einum eittára gomlum barni, ið lá á vegnum. Púra niðurundirkomið, orkaði ikki at flyta seg. Eini 2-3 metrar harfrá, stóð ein stórur gribbur, bíðaði til tað var serverað.....  

Nógv gera dagliga nógv ymiskt hjálpararbeiði. Tað er fantastiskt og sera týdningarmikið. Og vit kunnu kanska gera eitt sindur afturat ;-)
 
Stigtakari
Stigtakari til verkætlanina er Ása Andreasen. Hon hevur fingið og fær nógvan stuðul og sparring frá eitt nú systur síni Anniku Andreasen v.fl.


www.eintimi.com- Tel. 227464 - asa@eintimi.com - eintimi@eintimi.com