1T

Ein tími um árið...


Framsíða Um Ein tími um árið Hvussu kanst tú stuðla? Myndir Hesum hava vit stuðla!

ÁBYRGDARPERSÓNUR
Ása Andreasen
 
REVISOR
Sunniva Bjarnastein, Inpact
 
KONTO
Kontonr. í EIK:
9181-155.854.6
Kontonavn: Ein tími um árið
 
TELDUPOSTUR
asaand@email.fo
 
TELEFON
Telefon: 227464
- eftir kl. 17.00

VIÐTØKUR
Klikka her!

 

DONERA VIÐ
VISA-DANKORT

Klikka her!

 

LES UM 2010 HER!


 

2010

7. november 2010
Umsókn um stuðul 2011 - klikka her!
Freistin at søkja um stuðul í 2011 er tann 15. desember 2010. Umsóknin skal gerast á "umsóknarblaðnum" á síðuni her: http://www.synergi.fo/Eintimiumari/umsoknarblad.htm

Ása

6. september 2010

Nú leita vit eftir nýggjum projektum til 2011
Nú er tíðin komin til, at vit skulu finna eitt nýtt projekt at stuðla í februar 2011. Innsavningin av tímalønum í 2010 gekk yvir allan forvæntning. Yvir 100.000 kr. í tímalønum komu inn, sum allar fóru óskerdar til tey tvey projektini, sum vit valdu at stuðla í 2010 - Omman í Kambodia og 6 foreldraleys børn í Liberia.

 

Veitst tú um okkurt konkret projekt, sum tú heldur at vit áttu at stuðla í 2010, so hevði tað verið deiligt at hoyrt frá tær.

 

Vit gleða okkum til at finna eitt nýtt projekt at stuðla í 2011.

 

Vegna ein tími um árið

Ása Andreasen, stigtakari

 

14. apríl 2010
Húsið í Kambodia næstan liðugt
Reimund Langgaard, ið er í Kambodia, hevur sent okkum hesar myndir av húsunum hjá ommuni og ommubørnunum í Kamb. .odia. Hetta er húsið, ið Ein tími um árið hevur latið pengar til at byggja.

Hygg at myndunum av húsunum hjá ommuni í Kambodia her: http://myndir.eintimi.com/#3.0

Ása

17. mars 2010
Her tosa vit við Hera Kjærbo, frá Kirkjuligu Heimamissiónini um teirra verkætlan í Kambodia.
16. mars 2010
Tímalønirnar eru fluttar til 
- ABC barnahjálp og Kirkjuliga Heimamissiónina

Her tosa vit við Rúnu Sivertsen frá ABC barnahjálp og Hera Kjærbo frá Heimamissiónini beint aftaná at vit høvdu undirskriva avtalurnar.
 

Prát við Rúnu Sivertsen, ABC barnahjálp - www.barnahjalp.fo

 
 

Prát við Hera Kjærbo, Kirkjuliga Heimamissiónin - www.mission.fo
16. mars 2010
Heilar 97.448 krónur innkomnar í tímalønum
- 1000 TAKK

Í februar 2010 er fyrstu ferð vit hava savnað pening inn og vit eru sera fegin um at nógvir føroyingar hava donera tímaløn. Vit vilja nýta høvið til at takka øllum, sum hava víst verkætlanini álit við at donera eina tímaløn. Túsund, túsund takk fyri tað.

Og tað bleiv til yvir 2 ár til tey 6 foreldraleysu í Liberia. So tað eru vit hjá Ein tími um árið sera, sera fegin um.

Ása

23. februar 2010
Vænti vit klára eitt ár afturat ....
- tað er við at verða har;-)

Haiti hevur tørv á nógvum stuðli og tí varð eg eitt sindur bangin fyri, at vit ikki fóru at klára at fáa nóg nógvar tímalønir, tí ringar tíðir eru jú eisini her í Føroyum. Men tað sær út til at fólk hava yvirskot at hjálpa á fleiri støðum í senn. TÚSUND TAKK fyri tað, øll tit sum hava donera eina tímaløn og onkur meiri enn tað.

Vit hava fingið fleiri enn 70.000 kr. inn nú, eg havi ikki tølini hjá mær beint her, men eg meini at tað nærkast 80.000,00 kr. og tað er ótrúliga deiligt, tí so vænti eg vit kunnu gjalda fyri 2 ár á barnaheimi og skúla fyri tey 6 børnini í Liberia. 6 børn í Liberia á barnaheimið og skúla hjá ABC barnahjálp kosta um 20.000 kr. um árið.

Hevur tú ikki enn donera, men kundi hugsa tær, so høvdu vit verið sera fegin. Tí tað hevði verið super, um vit kundu klára at stuðla teimum 6 foreldraleysu børnunum í Liberia við min. einum árið afturat.

Ása
9. februar 2010
Høvdu vit klára eitt ár afturat;-)
Vit hava fingið fleiri enn 64.000 kr. inn. Hesin stuðul røkkur soleiðis:
Nýtt hús til tey 7 ommubørnini og ommuna í Kambodia. Verkætlanin er longu sett í verk, so vit gleða okkum teirra vegna og sjálvsagt eisini at síggja úrsliti
Mat og skúlagongd til tey 7 ommubørnini og ommuna í Kambodia í uml. 2 ár
Pláss á barnaheimi, mat hvønn dag, skúla og atgongd til læknahjálp til tey 6 foreldraleysu børnini í Liberia

Hevur tú ikki enn donera, men kundi hugsa tær, so høvdu vit verið sera fegin. Tí tað hevði verið super, um vit kundu klára at stuðla teimum 6 foreldraleysu børnunum í Liberia við min. einum árið afturat.

Ása
9. februar 2010
Túsund takk fyri so far
Vit hava fingið fleiri enn 64.000 kr. inn íalt so far. So tað er einki minni enn fantastiskt. Túsund, túsund takk fyri hvørja einastu tímaløn, sum tit øll hava donera. Onkur hevur stuðla við nógvum tímalønum. Túsund, túsund takk fyri tað eisini. Eg hevði ynskt at eg kundi sent eina persónliga tøkk til øll, men tað kann eg tíverri ikki, hóast vit liva í super digitalum tíðum.

Ása
10. januar 2010

Ein tími um árið...


Í 2010 ynskja vit at stuðla einari ommu og hennara 7 ommubørnum í Kambodia, við m.a. einum nýggjum húsum, umframt 6 foreldraleysum børnum og einum sjúkrarøktarfrøðingi í Liberia

 


Allur stuðulin sum kemur inn 2010 verður brúktur til beinleiðis hjálp. Tvs. einki verður brúkt til umsiting. Hvørki umsiting av Ein tími um árið, ei heldur til umsiting av teimum felagsskapum vit stuðla. Vit fáa nakrar royndir frá hesum fyrsta royndarárinum. Verður neyðugt við peningi til t.d. heimasíðu og lýsingar í 2011, verður hetta kunnað um væl og virðiliga, her á heimasíðuni og umvegis facebookbólkin.

 

Ása

10. januar 2010

Verð limur í okkara Facebookbólki, har eru javnan dagføringar og tíðindi verða kunnaði út tann vegin.

http://www.facebook.com/home.php#/group.php?gid=187312340598&ref=ts

 
10. januar 2010
HJÁLP OKKUM AT STUÐLA
Tvær verkætlanir fáa stuðul í 2010


Nýtt hús
- til ommu & 7 ommubørn í Kambodia

Vit ynskja at stuðla einari familju í Kambodia, sum telur eina ommu og 7 ommubørn. Tey búgva í hesum húsunum til vinstu. Húsini leka illa og av tí at tað er regntíð 3-4 mðr. um ári, er hetta ein stórur trupulleiki hjá familjuni. Vit ynskja at stuðla teimum við einum nýggjum húsum, sum kosta uml. 16.000 kr., umframt mati og skúlagongd. Hvussu leingi, velst um hvussu nógvur stuðul kemur inn, men gjarna í 2 ár. Sum er fortjenar omman 150 kr. um mðr. og tað er als ikki nokk til at breyðføða øll. Heldur ikki í Kambodia. Hjálpin verður stuðla umvegis Reimund Langgaard, ið arbeiðir í Kambodia, stuðlaður av Heimamissiónini.


6 foreldraleys
- & sjúkrarøktarfrøðing í Liberia

Hesi 6 børnini eru foreldraleys og búgva nú á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Liberia. Tey hava onging stuðulsforeldur, so ivasamt er, hvussu leingi tey kunnu verða búgvandi.

Ein tími um árið ynskir at stuðla teimum, soleiðis at tey kunnu koma fyri seg. Hvussu nógv ár, velst sjálvsagt um, hvussu nógv donera eina tímaløn. Harafturat stuðla vit eisini einum sjúkrarøktarfrøðingi í Liberia. Stuðulin verður veittur umvegis ABC barnahjálp í Føroyum. Rúna Sivertsen er forkvinna og er okkara kontaktpersónur í ABC barnahjálp.
 

Januar 2010
6 foreldraleys børn & sjúkrarøtkarfrøðingur í Liberia

Tvær verkætlanir fáa stuðul í 2010. Hetta er tann eina.

Anita Edward Alucia
Abraham Emmanuel Wilfred

Vit vóna at nógv donerað eina tímaløn, soleiðis at vit kunnu stuðla hesum 6 foreldraleysu børnunum í Liberia við pláss á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp, mati, skúlagongd og læknahjálp, um framt einum sjúkrarøktarfrøðingi at koma á barnaheimið.

Fjórð fátækasta landið í heiminum
Liberia var fyrr eitt av teimum londunum í Vestur Afrika, ið var best fyri. Men borgarakríggi frá 1989 – 2003 førdi tó við sær, at tað nú er fjór fátækasta land í heiminum.

25% av børnunum doyggja áðrenn tey fylla 5 ár
Livialdurin er 45 ár. 5,7 % av øllum kvinnum við barn, eru HIV smittaðar. Einans 32 % av fólkinum hevur atgongd til reint drekkivatn. 55% av monnunum og 81% av kvinnunum eru analfabetar. Landið er enn í sorli eftir borgarakríggi og bert fá børn hava møguleika at sleppa í skúla.

Børnini Abraham, Alucia, Anita, Edward, Emmanuel og Wilfred...
...eru fødd mitt undir borgarakrígginum í Liberia, sum endaði í 2003. Tey eru vaksin upp í einum krígsherjaðum landi, eru nú øll foreldraleys og hava tí ongan at hjálpa sær við basalum tingum, so sum mat hvønn dag, eina song at sova í, klæðir, læknahjálp og skúlagongd. Beint nú hjálpir ABC barnahjálp teimum, men av tí at tey ikki hava stuðulsforeldur, er ivasamt hvussu leingi hjálpin kann halda fram.

Mangla stuðulsforeldur
Uml. 50 børn í Liberia verða stuðla umvegis ABC barnahjálp í Føroyum. Hesi fáa bæði mat, læknahjálp og skúlagongd. Fleiri búgva eisini á barnaheiminum, sum ABC barnahjálp í Íslandi hevur bygt. Stuðulin verður fíggjaður við føroyskum stuðulsforeldrum, men nógv børn mangla stuðulsforeldur, millum annað vænta hesi 6 foreldraleysu børnini stuðulsforeldur.

Fígging til sjúkrarøktarfrøðing
Umframt at arbeiða fyri, at fáa stuðulsforeldur til tey nógvu fátæku børnini í Liberia og at byggja skúla har, fíggjar ABC barnahjálp ein sjúkrarøktarfrøðing, sum vitjar barnaheimið og skúlan við jøvnum millumbili.

Reglur fyri skúlan hjá ABC barnahjálp í Liberia
ABC barnahjálp hevur tilvitað valt, at helvtin av børnunum í skúlanum hjá teimum í Liberia, skulu verða gentubørn. Tey hava hinvegin einki aldursmark sett á, tí so nógv børn og ung eru, sum ongantíð hava gingið í skúla. Hesi skulu eisini hava ein møguleika, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í ABC har.

Kostnðarætlan
Tað kostar kr. 285 um mðr. at hjálpa einum barni við mati, skúla, læknahjálp og einari song á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Liberia. Sjúkrarøktarfrøðingurin kostar um 1300 kr. um mðr., íroknað transport.

Eitt barn í 1 ár á barnaheimi, mat, skúla og læknahjálp 03.420,00 kr.
Eitt barn í 4 ár á barnaheimi, mat, skúla og læknahjálp 13.680,00 kr.

Sjúkrarøktarfrøðingur á barnaheimið í 1 ár 15.600 kr.

Ein tími um árið ynskir at stuðla ABC barnahjálp at hjálpa hesum 6 børnunum við mati, skúla, læknahjálp og plássi á barnaheiminum. Hvussu leingi vit kunnu hjálpa teimum, velst sjálvsagt um, hvussu nógvar tímalønir koma inn. Harafturat ynskja vit at verða við til at fíggja sjúkrarøktarfrøðingin í eina tíð. Verður undirtøkan góð, verður peningurin brúktur til at hjálpa enn fleiri børnum og møguliga at stuðla útbygging av skúlanum.
 

Januar 2010
Nýtt hús til ommu & 7 ommubørn í Kambodia

Tvør verkætlanir fáa stuðul í 2010 - hetta er tann eina. Vit vóna at nógv donerað eina tímaløn, soleiðis at vit kunnu stuðla einari ommu og hennara 7 ommubørnum í Kambodia m.a. við nýggjum húsum. Nýggj hús kosta uml. 16.000 kr.

Pol Pott...
...stóð fyri 30 árum síðani á odda fyri einari revolutión í Kambodia, sum førdi við sær, at millum 2-2,5 mill. fólk vóru myrd í tíðarskeiðnum 1975-79. Hetta vóru fólk ið búðu í teim-um stóru býunum og serstakliga lærd, eitt nú lærarar, læknar, journalistar, munkar og útlendingar. Landið er enn merkt av hesum.

Í oktober 2007...
... 28 ár aftaná - skriva Bjarni og Elin soleiðis á heimasíðuni www.travelmarket.dk:

..Tað sást beinanvegin i Phenom Phen at Cambodia var
meira niðurndirkom-ið.... Man legði skjótt merki til fátakradømi við mongum biddarum allastaðni, heimleysum fólkum og nakin skitin børn, sum biddaðu og runnu runt í gøtunum og leitaðu eftir mati i ruskdungum fyri at yvirliva. Hetta var hjartaskerandi og syndarligt at síggja....

Føroyingurin...
...Reimund Langgaard hevur arbeitt í Kambodia seinasta hálva árið (2009), í einari kirkju, sum Heimamissiónin stuðlar. Í februar 2010 skal hann avstað aftur. Hann undirvísir m.a. í enskum, umframt at hann ehvur ungdómsmøtir v.m.

Ein dóttur deyð av AIDS
Í økinum eru nógv fólk illa fyri. Ein familja sum er serliga illa fyri, er ein omma, ið hevur ábyrgdina fyri sjey ommubørnum í aldrinum 4–16 ár. Tann eina dóttir hennara, ið eigur tvey av børnunum, er deyð av AIDS. Pápin er eisini deyður av AIDS og ynskti sonur hennara er HIV smittaður. Hin dótturin eigur 5 av børnunum. Hon er illa fyri og er flutt til stórbýin. Omman ansar einsamøll øllum børnunum. Hon er 65 ára gomul og fortjenar einans 150 kr. um mðr. Óvist er hvussu leingi hon orkar at arbeiða.

Lekur illa inn í húsini
Húsið sum familjan býr í, er sera vánaligt. Tað lekur og er í ringum standi. Hetta er ein stórur trupulleiki, eitt nú tá regntíðin er, tí tað lekur illa inn. Regntíð er einar 3-4 mðr. um árið.

Kostnaðarætlan
Ein fíggjarætlan fyri, hvussu man kann stuðla teimum 7 børnunum og ommuni eina tíð framyvir, sær soleiðis út:

Nýtt hús: $3000 kr. 16.000
Mat í 2 ár: $2880 kr. 15.000
Skúla í 2 ár: $1080 kr. 5.650

Ein tími um árið miðjar ímóti at stuðla familjuni í Kambodia, við tí sum fíggjarætlanin leggur upp til. Hvussu leingi vit kunnu stuðla, velst um hvussu nógvur stuðul kemur inn, men gjarna í 2 ár.

Sum er fortjenar omman 150 kr. um mðr. og tað er als ikki nokk til at breyðføða øll. Heldur ikki í Kambodia. Hjálpin verður stuðla umvegis Reimund Langgaard, ið arbeiðir í Kambodia, stuðlaður av Heimamissiónini.


 


www.eintimi.com- Tel. 227464 - asa@eintimi.com - eintimi@eintimi.com